Jóanes Sekjær Nielsen (5. apríl 1953 í Havn) varð føddur í Havn í 1953, og har vaks hann upp. Hann hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður. Eisini hevur hann starvast sum rithøvundur burturav. Jóanes hevur roynt seg í fleiri, ymiskum tekstasløgum. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinar og leikir. Hann lýsir m.a. verkafólkið og teirra lívstreytir, stættamun, kúgan og órættvísi. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur. Fleiri av útgávunum hjá Jóanes Nielsen eru útkomnar í Danmark, m.a. skaldsøgurnar "Glansbílætasamlarnir" og "Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum". Sjónleikurin "Eitur nakað land week-end?" og yrkingasøvnini "Pentur" og "Kirkjurnar á havsins botni" eru eisini útkomin á donskum.[1] Í desember 2012 gjørdi eitt av heimsins størstu forløgum, Random House, avtalu um at útgeva skaldsøguna Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen á øðrum málum, í fyrstu syftu skal hon gevast út á týskum. Hetta er fyrstu ferð at ein bók hjá einum føroyskum rithøvunda verður útgivin av so stórum forlagi.[2]

Útgivið rætta

  • 1978 - Trettandi mánaðin (yrkingasavn)
  • 1984 - Pinnabrenni til sosialismuna (yrkingasavn)
  • 1985 - Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin (yrkingasavn)
  • 1986 - Á landamørkum vaksa blomstur (stuttsøgusavn)
  • 1987 - Naglar í jarðarinnar hús (yrkingasavn)
  • 1991 - Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum (skaldsøga)
    • 1992 - Gummistøvler er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne, Vindrose, Ebba Hentze týddi til danskt.
  • 1993 - Kirkjurnar á havsins botni (yrkingasavn)
  • 1994 - Undergroundting (greinasavn)
  • 1998 - Pentur (yrkingasavn)
  • 1999 - Undergroundting 2 (greinasavn)
  • 2002 - Eitur nakað land week-end ? (sjónleikur) vann Nordisk Dramatikerpris 2002.[4]
  • 2002 - Brúgvar av svongum orðum (yrkingasavn) tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2004.
  • 2005 - Glansbílætasamlararnir (skaldsøga)
    • 2008 - Glansbilledsamlerne, Povl Skårup týddi til danskt, Torgard, ISBN 978-87-92286-04-8
    • 2009 - Glansbildesamlarane, Lars Moa týddi til nýnorskt.
    • 2013 - Glansmyndasafnararnir (á íslendskum, verður útgivin í mars/apríl 2013)
    • 2021 - Les collectionneurs d'images, Inès Jorgensen týddi til franskt, La Peuplade, Chicoutimi (Québec, Kanada) 2021
  • 2009 - Aftan á undrið (sjónleikur)
  • 2011 - Brahmadellarnir (skaldsøga), Mentunargrunnur Studentafelagsins[5] Tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013.[6]
  • 2012 - Tapet millum øldir (yrkingar)
    • 2016 - Tapet mellem århundreder, Hugin Eide týddi til danskt, Torgard.
  • 2016 - Bommhjarta (skaldsøga)[8]

Heiðurslønir, tilnevningar o.a. rætta

Jóannes Nielsen hevur fimm ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins: 1988, 1994, 1999, 2004 og 2013.

Keldur rætta

  1. Politiken.dk
  2. Information.dk Færøsk forfatter får kontrakt med internationalt forlag
  3. Adlibris.com[deyð leinkja] Sting af Jóanes Nielsen
  4. Denstoredanske.dk
  5. MS.fo
  6. Norden.org De nominerede til Nordisk Råds Litteraturpris 2013
  7. randomhouse.de
  8. "in.fo - 10 tær best umtóktu skaldsøgurnar í Býarbókasavninum". http://www.in.fo/news-detail/10-taer-best-umtoktu-boekurnar-i-byarbokasavninum/. Heintað 2017-06-13. 
  9. Denstoredanske.dk Nordisk Dramatiker Pris
  10. Norden.org
  11. "Aktuelt.fo, Fýra listafólk heiðrað í dag". http://aktuelt.fo/grein/fyra_listafolk_fingid_heiurslonirnar. Heintað 2012-09-20.