Jákup Mikkelsen (1970)

føroyskur landsliðsleikari í fótbólti, málmaður

Jákup Nolsøe Mikkelsen (føddur 14. august 1970 í Klaksvík) er ein føroyskur fótbóltsleikari, málmaður. Hann er landsliðsleikari og hevur spælt meira enn 70 dystir fyri Føroyar. Hann hevur sett heimsmet fyri at vera tann elsti fótbóltsmálmaður í heiminum, sum hevur vart málið fyri sítt land í altjóða dysti.[1] Hetta hendi, tá hann vardi málið hjá Føroyum móti Íslandi í vinardysti hin 16. august 2012 á Laugardalsvøllinum, tá var Jákup 42 ár og ein dag gamal.[2] Hann er tann landsliðsleikarin hjá Føroyum, sum hevur spælt næstflestar A-landsdystir. Bara Fróði Benjaminsen og Óli Johannesen hevur spælt fleiri dystir enn Jákup.

Jákup Mikkelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 14. aug 1970 í/á Klaksvík
Starv fótbóltsleikari
Dátuheiti
Commons Jákup Mikkelsen

Lívsleiðin í fótbóltsfeløgum rætta

Jákup Mikkelsen byrjaði sum málmaður og miðvallaleikari hjá , har hann spældi vaknamannafótbólt frá 1988 til 1992. Hann spældi eisini 14 dystir fyri KÍ í 1993 og 15 dystir í 1994. Í 1990-árunum spældi spældi hann mest í Danmark og Noregi. Eitt stutt skiftið spældi hann eisini við skotska felagnum Partick Thistle[3] Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann fyrst spældi við KÍ í 2004, síðan við B36 frá 2005 til 2007. Í 2008 og 09 spældi hann aftur við barndómsfelagnum KÍ, og síðan 2010 hevur hann spælt við ÍF.[4] Tá Jákup spældi í Danmark spældi hann við Herfølge BK í fleiri ár. Í 1999/2000 tá Herfølge vann meistaraheitið spældi Jákup við allar dystir uttan tveir. Hann gjørdist tann fyrsti føroyingurin sum vann steypakapping uttanfyri Føroyar. Jákup spældi báðir dystirnir við Herfølge móti Rangers í 2000/2001 Champions League innleiðandi umfar og fýra dystir afturat í UEFA Cup tað kappingarárið. Hann spældi 136 dystir fyri Herfølge BK. Eftir at hava spælt við Herfølge í 5 ár vunnu hann og felag hansara danska meistaraheitið.[5]

Keldur rætta

  1. Kringvarp.fo, Jákup Mikkelsen eigur metið
  2. "Sportal.fo, IFFHS forsetin: Jákup er tann elsti". http://sportal.fo/grein/iffhs_forsetin_jakup_mikkelsen_er_tann_elsti_landslidsmlverjin. Heintað 2012-09-07. 
  3. News.BBC.co.uk
  4. Faroesoccer.com, Jákup Mikkelsen
  5. Sportal.fo, 15 ár siðani fyrsta Herfølge-dystin

Slóðir úteftir rætta