Hvannasunds kommuna, kommuna í Føroyum. Í september 2008 var fólkaatkvøða í kommununi um sammanlegging við Klaksvíkar kommuna. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var eitt greitt nei til samanlegging.

Hvannasunds kommuna
Hvannasunds kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Veronika Petersen
Vídd 33 km2
Íbúgvar 438 (2009)
Heimasíða Hvannasunds.fo

Fakta rætta

Kommunuskrivari rætta

ferkm rætta

  • Stødd 33,1 ferkm.

Fólkatal rætta

Søga rætta

 

Hvannasunds kommuna var í 1872 partur av Norðoya Prestagjdalds kommunu. Í 1908 var Hvannasunds kommuna uppi í Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommunu. Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund. Fossá (nú avtoftað) og Norðdepli eru niðurseturbygdir frá 1866-68. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. Múli er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá 1815. Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í Føroyum broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag. Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð. Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við Klaksvíkinga vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar. Tvey stór alibrúk eru í kommununi, eitt hvørju megin byrgingina. Samferðslukervið er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi. Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Toftum (Norðtoftum), at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Í 1837 fór annar viðingur at lesa við børnunum á Viðareiði og Hvannasundi. Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin er í dag kommunuskrivstova. Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar.

Jørðin rætta

 
Norðdepil, Hvannasund og Viðoys.

Í Hvannasundi er øll jørðin kongsjørð, meðan øll jørðin í Norðdepli er ogn.

Hvannasund er fyrndarbygd. Fýra fýramarkað festir eru í bygdini. Hetta eru ikki stór festir – 90 áseyðir hvørt – men afturat eini aðrari inntøku, ber til.

Fyrr var jarðarskipanin í Hvannasundi soleiðis, at festararnir áttu ein fjórðing í hvørjum hagaparti, men soleiðis er ikki longur. Jørðin varð skift fyri kortum, og tað hevði við sær, at hvør festari hevur sín haga. Hetta ger tað samstundis høgligari hjá hvørjum einstøkum festara, sum ikki longur nýtist at ganga á fjall so ofta, sum frammanundan.

Norðdepil er niðurseturbygd. Sambært gomlum bókum vóru tveir hagapartar í Depli – fýra merkur hvør.

Bøkurnar siga, at hagapartarnir vóru kallaðir Depli for sønden og Depli for norden. Í tí syðra partinum er ein partur kongs, men í norðara parti er alt ogn.

Hagarnir í Hvannasundi eru rætta

  • Úti á rættum
  • á Oyruni
  • Skarðhamar
  • Yviri í skorðum

Sí eisini rætta

Slóðir rætta


  Kommunur í Føroyum  
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis