Hovstunnilin

tunnil millum Hov og Øravík.

Hovstunnilin eitur tunnilin millum Øravík og Hov í Suðuroy. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007. Tað er íslendska felagið Ístak, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Nýggi tunnilin er meginferðsluæðrin, ið bindur saman Suðuroyar norðaru og sunnaru helvt, og hann avloysir gamla vegin um Hovsegg, sum varð tikin í nýtslu 1. oktober 1958.[1] Hátíðarhald varð hildið tann dagin tá tunnilin læt upp. Tvøroyrar Hornorkestur spældi, Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk bjóðaði vælkomin, røður vóru hildnar av táverandi løgmanni Jóannes Eidesgaard og av táverandi landsstýrismanni í vinnumálum Bjarna Djurholm, sum eisini slapp at skera silkibandi av, sum hekk tvørtur um tunnilsmunnan, tað gjørdi hann við grindaknívi.[2] Eftir røðurnar gingu, runnu ella súkklaðu fólk gjøgnum tunnilin, síðan slapp fyrsti bilurin at koyra í gjøgnum tunnilin við Poul Midjord úr Hovi handan ratti. Poul Midjord var tá 85 ára gamal. Hann varð eisini fyrstur at koyra eftir gamla vegnum um Hovsegg í oktober 1958. Seinni var hátíðarhald bæði í Øravík og á Tvøroyri.[3]

Hovstunnilin, syðru megin, í Hovi.

Ferðslan økt rætta

Tað árið tá Hovstunnilin læt upp seint í oktober 2007 koyrdu í meðal 1035 akfør um Hovsegg (tølini eru frá Landsverk). Árið eftir í 2008 var talið av bilum sum koyrdu á strekkinum millum Hov og Øravík økt við 30% til 1351 akførum í meðal um samdøgrið.[4]

Sí eisini rætta

Myndir rætta

Keldur rætta

  1. "Privat heimasíða við avriti av tíðindastubba frá Suðurrás um gamla vegin um Hovsegg. Greinin eitur "Gamli vegurin".". http://heima.olivant.fo/~johntor/jtp/wwwsidur/forsida.html. Heintað 2010-11-20. 
  2. Dimma.fo, Myndasavn, Hovstunnilin latin upp[deyð leinkja]
  3. Landsverk.fo: "Hovstunnilin letur upp, Skráin fyri dagin".[deyð leinkja]
  4. Sudurras1.com[deyð leinkja]