Hernaðarliga verjan

Hernaðarliga verjan skal við vápnum loysa hernaðarligar uppgávur. Hernaðarliga verjan er í trimum deildum: herurin, loftverjan og sjóverjan. Harumframt er eisini t.d. heimaverja. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Øll lond hava sína landsverju at verja seg fyri ágangi uttaneftir. Eisini hernaðarliga eru Føroyar partir í danska ríkinum, so í verjuni hava vit ikki so nógv at siga. Vit hava ikki føroyska landsverju, men Vaktar- og Bjargingartænastan og vaktarskip hennara verja t.d. fiskiøki okkara fyri ránsveiðu. Tey, ið starvast í landsverjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Nógv fólk við vanligari útbúgving eru eisini í føstum hernaðarligum starvi. Undirhermenn í føstum starvi, kostáplar, hava um hendir serliga ta dýru útgerðina. Tey verjuskyldugu verða innkallað og útbúgvin. Summi av teimum innkallaðu verða eykaovastar og sersjantar. Almenna fyrireikingin skal síggja til, at samfelagið er til reiðar til kríggj, og at útgerð fæst til vega. Tíðindi skulu verða send ótarnað og skjótt, og ósonn tíðindi ikki koma út í orð og loypa ótta á fólk. At fólkið er róligt og vil varðveita samfelagið, er grundarlagið undir verjuni. Almenna verjan bjargar eisini mannalívum og ognum. Hon hjálpir fólki úr vanda, sløkkir eldar, o.a.

F16 kann flúgva skjótari enn ljóðið, eisini tá ið tað loypur á. Tað kann eisini søkja at málum á jørð ella á sjónum at hjálpa hinum verjueindunum.

Herurin arbeiðir á landi. Hermenninir eru í grønum og døkkum eyðkennisbúnum. Herurin hevur ymiskar eindir. Stríðshermenn og gonguhermenn (infanteristar) eru saman við stríðsvognunum í sjálvum bardaganum. Skotherdeildirnar, artillari, skjóta við kanónum. Verkfrøðingar byggja vegir, forðingar, brýr og støðir. Útgerðarliðini fáa útgerð til hermótini og taka særdar aftur við sær.

Sjóverjan verjir sjóøkið. Fólkið er í myrkabláum eyðkennisbúna. Sjóverjan nýtir skip. Á skipunum eru t.d. rakettir. Korvettirnar eru so stórar, at tær sigla í øllum veðri. Torpedobátar eru smáir og ganga skjótt. Kavbátar kunnu sigla niðri í sjónum. Minuleggjarar og minustrúkarar leggja og taka upp minur. Verjuskipini ansa eftir sjóøkinum. Tey eru eisini undir Grønlandi og Føroyum.

Flogvápnið verjir loftrúmið og hjálpir hinum verjueindunum. Fólkið er í ljósabláum eyðkennisbúna. Ymisk flogfør eru. Stríðsflogfør ella tyrlur flyta útgerð og fólk. Tyrlurnar verða eisini brúktar í bjargingartænastuni. Á jørðini hevur flogvápnið rakettir, sum kunnu skjóta flogfør niður.

Heimaverjan gongur hinum verjueindunum til handa við løttum, men týðandi uppgávum. Nøkur fá teirra hava fast starv. Flestu eru sjálvboðin, sum í frítíðini fáa stutta útbúgving, og sum kunnu møta við stuttum skotbrái.

Lond rætta

 
HDMS Absalon (L16) er eitt av teimum stóru skipunum í danska flotanum. Við rakettunum hevur hon stóra megi.
 
Gonguherlið við kanón at verja seg fyri stríðsvognum. Kanónin kann skjóta stríðsvognar í smildur.
Land Árlig mett fíggjarætlan
(milliardir USD)
Kjarnorkuvápn Herfólk í 2013
  USA 682 7,700 1,369,532
  Fólkalýðveldið Kina 166 240 2,285,000
  Russland 94 8,500 766,000
  Stóra Bretland 63 225 198,810
  Frakland 62 300 222,215
  Japan 51 - 247,764
  Týskland 49 - 182,620
  India 43 90-100 1,325,000
  Suðurkorea 41 - 655,000
  Saudiarabia 40 - 233,500
  Italia 40 - 179,155
  Brasil 27 - 318,480
  Avstralia 27 - 56,552
  Spania 25 - 123,300
  Turkaland 25 - 664,049
  Kanada 21 - 65,700
  Teivan 19 - 290,000
  Irak 18 - 271,400
  Ísrael 16 50 176,500
  Niðurlond 13 - 37,365
  Noreg 6 - 24,450
  Danmark 3 - 18,628
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið