Hanus Samró

føroyskur politikari

Hanus Samró (føddur 1. mai 1988 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Fólkaflokkurin), rithøvundur, stjóri í smápartafelagnum Ó og lesandi.

Hanus Samró
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. mai 1988 í/á Tórshavn
Alma mater Fróðskaparsetur Føroya
Starv høvundur, politikari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
VIAF 336145857881723020765
LCAuth n2016013006
Commons Hanus Samró

Lívsleið rætta

Hann hevur International Baccalaureate Diploma frá International School of the Hague í Niðurlondum frá 2007. I 2008 fór hann í holt við at lesa altjóða handil og búskap við Erasmus Universiteit Rotterdam, men fullførdi ikki. Síðan 2010 hevur hann lisið stjórnmálafrøði við Fróðskaparsetur Føroya.[1] Hann var í starvi hjá Rainbow Seafood í Gloucester uttanfyri Boston í 2007, lærari í Tórshavn 2008–2009 og frilansjournalistur fyri føroyska ungdómstíðarritið og heimasíðuna MESS i 2009.[2]

Í 2010 gjørdist hann limur í ungmannafelagnum hjá Fólkflokkinum, HUXA, har hann tók við sum formaður sama ár.[3] Í 2011 varð hann valdur inn á Føroya Løgting 23-ára gamal, og hann er harvið tann triðyngsti fast innvaldi løgtingslimur nakrantíð. Eftir at hann varð valdur inn á ting, fór hann frá sum formaður í HUXA sama árið. Samró er limur í Løgtingsins vinnunevnd og Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Í 2011 gav hann út sína fyrstu bók, tá hann gav út skaldsøguna Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður.[4] Tvey ár seinni gav hann út eina skaldsøgu afturat, sum hevur heitið Hans Jensen, og í 2014 kom triðja skaldsøga hansara, Ein dagføring, ið er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook.[5]

Útgivið rætta

  • 2011 - Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður
  • 2013 - Hans Jensen, skaldsøga, politisk spenningssøga[6]
  • 2014 - Ein dagføring, ungdómsskaldsøga

Familja rætta

Hann er sonur Óla Samró, stjóra í FAREC International í Haag,[7] og Thurid Samró, tannrøktari í Dental Art Clinic í Dubai.

Keldur rætta

  1. "in.fo, Yngsti tingmaður er rithøvundur". http://www.in.fo/news-detail/news/yngsti-tingmadur-er-rithoevundur/. Heintað 2013-11-29. 
  2. "Huxa.fo". http://www.huxa.fo/?page_id=5. Heintað 2013-11-15. 
  3. Kringvarp.fo
  4. "Hnj.fo". http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewbog2&id=2306. Heintað 2013-11-15. 
  5. Facebook-síða um skaldsøguna Ein dagføring.
  6. "planet.fo". http://planet.fo/grein/hans_jensen_kemur_i_dag. Heintað 2013-11-26. 
  7. "Farec.fo". http://www.farec.fo/doc/20031106101419.doc. Heintað 2013-11-15.