Hanne-Vibeke Holst

danskur rithøvundur

Hanne-Vibeke Holst (fødd 21. februar 1959 í Hjørring) er ein danskur rithøvundur, hon er útbúgvin journalistur, og arbeiddi á Berlingske Tidende og Søndags B.T.

Hanne-Vibeke Holst
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. feb 1959 í/á Hjørring
Alma mater Brønderslev Gymnasium og HF
Starv journalistur, høvundur, filmsleikstjóri
Foreldur móðir Kirsten Holst faðir Knud Holst
Mál danskt mál
Heimasíða http://www.hannevibekeholst.dk/
Dátuheiti
ISNI 0000000108834526
VIAF 29602955
LCAuth no99068233
IMDB nm0392305
Commons Hanne-Vibeke Holst

Hon fekk donsku bókmentaheiðurslønina Boghandlernes gyldne Laurbær í 2009 fyri Dronningeofret. Sama árið móttók hon eisini Danners ærespris, tí at hon í skaldsøgu síni Kongemordet hevur givið sítt íkast til at bróta tøgnina um harskapi móti kvinnum.

Hanne-Vibeke Holst er elsta dóttirin hjá rithøvundarhjúnunum Knud Holst og Kirsten Holst. Hon varð fødd í Hjørring og vaks upp í Løkken. Í 1977 fekk hon studentsprógv frá Brønderslev Gymnasium, og stutta tíð seinni slapp hon inn á Danmarks Journalisthøjskole, hagani hon fekk prógv í 1984. Síðan starvaðist hon á ávikavist Berlingske Tidende og Søndags B.T., til hon frá 1987 fór at arbeiða sum freelance-journalistur og klummuskribentur. Hon hevur eitt nú verið skribentur fyri Alt for Damerne, Politiken og hevur skrivað fleiri bøkur og tilfar til sjónvarp og sjónleikarhús.

Hanne-Vibeke Holst hevur fyrr verið gift við Laurs Nørlund, aðalstjóra, men er nú gift við filmsmyndamanninum Morten Bruus. Hon eigur trý børn.

Bøkur rætta

Eksterne henvisninger rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið