Hávur (frøðiheiti - Selachimorpha) er stórt fiskaslag við ongari roðslu og hvøssum tonnum. Hávar tola nógv av, og teir hava verið til í milliónir ár. Hávurin er størstur av øllum fiskum, hann er smidligur, hoyrir væl og hevur sera gott tev at finna føði.

Hávur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Chondrichthyes

Hávar verða sagdir at vera livandi steinrenningar. Teir fóru at veiða í sjónum í devontíðini. Hávarnir, sum nú eru, líkjast teimum, ið livdu í juratíðini (208-146 m.á.s.), hóast tað vóru fleiri sløg tá enn nú á døgum.

Beinagrindin í hávi er brósk, hon er bleytari enn bein og rennur tí sjáldan í stein. Tað, sum oftast hevur verið varðveitt, eru beinini í fjaðrunum og tenninar. Hávar eru ránsdýr, og hárhvøssu tenninar eru deyðiligu vápn teirra.

Í sterku kjálkabeinunum á hávi eru nógvir tanngarðar, og losna ella brotna tenn, vaksa aðrar aftur eftir heilt stuttari tíð.

Útbreiðsluøki rætta

Bert fá hávasløg eru vanlig í Norðsjónum og á Føroyaleiðini. Hávasløg eru á víðum havi um alla jarðarklótuna og flest í tropunum. Men tey gera rend norðureftir eisini, til dømis hábrandur og revahávur. Tey eru viðhvørt norðarlaga í Norðsjónum. Revahávur er eisini fingin undir Føroyum. Brugdan er vanligari undir Føroyum og norðarlaga í Norðsjónum. Tvey hávasløg eru tó vanlig bæði undir Føroyum og í Norðsjónum. Annað er hávur, sum í Danmark verður seldur sum matfiskur, nevndur kongaállur.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið