Gunnar Hoydal

føroysur rithøvundur og arkitektur

Gunnar Hoydal (føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn, deyður 15. apríl 2021) var føroyskur rithøvundur og arkitektur.

Lívsleið rætta

Gunnar Hoydal varð føddur í Keypmannahavn í 1941, men vaks upp í Klaksvík og í Havn.[1] Hann fór ungur til Danmarkar at ganga í skúla, og í 1967 var hann útbúgvin arkitektur. Í 1972 var hann settur í starv sum býararkitektur í Tórshavn, og røkti hann hetta starv í mong ár. Gunnar hevur skrivað og givið út yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, leikir, ferðafrásagnir, listabøkur, ritroyndir og sangir, sum systirin Annika Hoydal syngur. Evnisvalið spennir víða – frá tí kensluborna til tað satiriska, frá tí persónliga til tað samfelagsliga. Gunnar hevur verið sera virkin á mentanarøkinum. M.a. hevur hann verið formaður í Rithøvundafelag Føroya, formaður í Listafólkasambandinum (LISA), limur í Mentunargrunni Løgtingsins, formaður í Fjølriti og Arkitektafelag Føroya. Umframt at skriva hevur hann eisini týtt útlendskar bókmentir til føroyskt. Í 2011 kom bókin Huckleberry Finn eftir Mark Twain út á føroyskum, Gunnar hevði týtt til føroyskt.

Heiðurslønir og tilnevningar rætta

Útgávur rætta

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Eirikur Lindenskov: Gunnar Hoydal farin 79 ára gamal Archived 2021-04-28 at the Wayback Machine, in.fo, 16.04.2021
  2. "Bokasolan.fo, Gunnar Hoydal". http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/09121941_hoydal_gunnar.asp. Heintað 2012-09-28. 
  3. Norden.org, Gunnar Hoydal