Grundtvigianisma er heita á fólkakirkjuligum vongi, ið er bygdur á fatan kristnifatanina hjá háskúlamanninum, sálmaskaldinum, prestinum og rithøvundinum N. F. S. Grundtvig. Grundtvigianisman var av týdningarmestu vekingarrørslunum, ið fóru at gera um seg í 19. øld.

Grundtvigianisman stendur sum andsøgn til pietismuna, ið millum annað er umboðað við sálmaskaldunum H. A. Brorson og Thomas Kingo. Innihaldsliga snýr grundtvigianisman seg um, at tað er týdningarmikið at liva lívið á jørðini í gleði og sóma. Av teirri orsøk verður grundtvigianisman mangan mett sum ein hugsjón, ið leggur dent á lívsgleði, glaður kristindómur.

Hugsjónarliga hevði grundtvigianisman sera stóran týdning, tí millum annað fólkaháskúlarnir, fólkakirkjan og aðrir felagsskapir mangan vóru skipaðir eftir grundtvigianskum leisti.