Gluggarnir er hægsta fjall í Suðuroynni. Fjallið er 610 metrar høgt.[1] Gluggarnir eru millum Fámjin og Trongisvág. Eitt annað høgt fjall sum eitur Herðablaðið er beint sunnanfyri Gluggarnar. Eystanfyri Herðablaðið er næsthægsta fjall í Suðuroynni, tað er 605 metrar høgt og er beint eystanfyri ella í ein landsynning av Herðablaðnum og Gluggunum.

Fámjin og høgu fjøllini norðanfyri bygdina.
Fólk á gongutúri í fjøllunum sunnanfyri Fámjin. Gluggarnir og Kirkjuvatn síggjast longri burturi.

Keldur rætta

  1. "US.fo, Fjøll í Føroyum flokkað eftir hædd". http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6562. Heintað 2010-12-14. 

Útvortis ávísingar rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið