Gjáar kirkja er kirkja í bygdini Gjógv á Eysturoy. Hon varð vígd tann 26. mai 1929.

Gjáar kirkja.

Av skjølum sæst, at longu í 1905 høvdu gjáarmenn eina umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn. Men tað skuldi vísa seg at verða drúgt at koma á mál - ferð aftaná ferð fingu teir noktandi svar frá myndugleikunum.

Um heystið 1925 var so ein 7-manna nevnd sett, við tí endamáli at fáa kirkjuna bygda. Nevndarformaður var Vilhelm Nielsen, sóknarprestur á Nesi, og Jóhan Kallsoy, lærari, næstformaður og kassameistari.

Um sama mundið varð eisini sett ein bygginevnd. Formaður var somuleiðis Vilhelm Nielsen, sóknarprestur á Nesi, ið var undangongumaður at fáa kirkjuna bygda.

Gjáar kirkja at innan.

Farið varð nú av álvara undir at fáa pening, og var í tí sambandi ein stór lýsing í bløðunum í februar 1926 um kirkjubasar, sum ætlanin var at hava í bygdini.

Við hesum tiltøkum varð savnað so mikið væl av peningi, at menn hildu tað verða ráðiligt at fara til verka. Tað var Kristian Vilhelm Nielsen, sóknarprestur, ið teknaði kirkjuna. Heitt var á Joen David Jacobsen úr Søldarfirði at hjálpa, og hann játtaði at verða formaður fyri byggingini.

Í eini Synsforretning, ið er send til Færø Provsti 26. mai 1929, siga teir báðir, Tømrermester Zacharias Jacobsen og Stenhugger Elieser Hansen, begge af Thorshavn, at teir nú hava skoðað ta nýggju kirkjuna við Gjógv, og er niðurstøða teirra m.a. henda: Kirkebygningen, som blev nøje efterset, befandtes at være godt og solidt opført, baade ind- og udvendig.

Tveir mánaðir, áður enn kirkjan skuldi verða vígd, sendi bygginevndin Jákupi Dahl, prósti, eitt skriv við teirri umbøn, at øll vígslugudstænastan skuldi verða á føroyskum, tí at tað var vanligt fólkaynski í bygdini. So varð.

Trinitatis sunnudag 26. mai 1929 var so henda søguliga kirkjuvígsla framd í verki.

Upprunaliga var ætlanin, at kirkjan skuldi verða 30x15 alin uttan; men helst av vantandi fíggjarligum stuðli varð hon minkað munandi, so hon ístaðin er 24x12 alin. Hæddin millum sylla er 3,86m.[1]

Keldur rætta

  1. www.folkakirkjan.fo