Giorgio Demetrio Gallaro

Giorgio Demetrio Gallaro (føddur 16. januar 1948) er ein italskur biskupur í tí italsku-albansku katólsku kirkjuni í sóknini Piana degli Albanesi. Hann hevur verið biskupur har síðan 31. mars 2015. Undanmaður hansara var Sotìr Ferrara.

Hann varð føddur í Pozzallo[1] í 1948. Hann flutti til Los Angeles og varð prestvígdur í 1972. Hann starvaðist sum prestur í fleiri ymiskum sóknum í Eastern Rite, USA. Frá 1987 til 2015 var hann í starvi hjá Eparchie Newton.[2]

Hin 31. mars 2015 útnevndi Frans pávi hann sum nýggjan biskup av Piana degli Albanesi,[3][4] og 28. juni 2015 vígdi Ercole Lupinacci hann.

Keldur rætta

  1. "Don Giorgio Gallaro è vescovo, Pozzallo in festa". http://www.corrierediragusa.it/articoli/attualit%C3%A0/pozzallo/30032-don-giorgio-gallaro-e-vescovo-pozzallo-in-festa.html. Heintað 2015-04-17. 
  2. Nominato Vescovo dell'Eparchia di Piana degli Albanesi il Rev.do Giorgio Demetrio Gallaro
  3. "S.E. Mons. GIORGIO DEMETRIO GALLARO". http://www.chiesacattolica.it/vescovicei/chiesa_cattolica_italiana/cei/00070063_S_E__Mons_GIORGIO_DEMETRIO_GALLARO.html. Heintað 2015-04-17. 
  4. Don Giorgio Gallaro Nuovo vescovo di Piana degli Albanesi

Slóðir úteftir rætta