Frank James Cooper, betur kendur sum Gary Cooper (føddur 7. mai 1901 í Helena, Montana, deyður 13. mai 1961 í Beverly Hills, Los Angeles, California) var amerikanskur sjónleikari.

Gary Cooper í 1952.

Hann er best kendur fyri nógvar stórar leiklutir í filmum úr Hollywood, t.d. High Noon frá 1952.[1] Hann hevur verið tilnevndur til Oskar-virðislønina fimm ferðir og vunnið tvær Oskar. Harafturat fekk hann Oskar-heiðursvirðisløn fyri langa filmsvirksemi sítt í apríl 1961.[2]

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta

  1. Gary Cooper, imdb.com
  2. The 33rd Academy Awards Memorable Moments, oscars.org