Gabriel García Márquez

Gabriel García Márquez (føddur 6. mars 1927 í Aracataca í Kolumbia - 17. apríl 2014 í Mexico City) var ein kolumbianskur rithøvundur. Hann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1982.[1]

Gabriel García Márquez (1984)

Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot við skaldsøguni Cien años de soledad (Hundrað ára einsemi, ið av mongum verður mett at vera ein av teimum bestu skaldsøgunum frá 20. øld. Skaldsøgan gongur fyri seg í býnum Macondo. Høvundurin hevur fingið íblástur úr sínum føðibýi Aracataca í Norðurkolumbia. Skaldsøgan er eisini týtt til føroyskt.

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Garcia Márquez deyður, in.fo, 18.04.2014


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið