Free State (sesotho: freistata, afrikaans: Vrystaat, xhosa: iFreyistata, setswana: Foreistata, zulu: iFuleyisitata) er ein landslutur í Suðurafrika.

Flagg Skjøldur
Land: Suðurafrika
Mál: sesotho, afrikaans
xhosa og onnur.
Høvuðsstaður: Bloemfontein
Størsti býur: Bloemfontein
Vídd: 129 825 km²[1]
Íbúgvar (2021): 2 932 441
fyri km²: 21/km²
Tíðarzona: UTC +2
Heimasíða: www.freestateonline.fs.gov.za

Í norðri hevur Free State mark við North West og Gauteng, í ein landnyrðing við Mpumalanga, í eystri við KwaZulu-Natal, í ein landsynning við Lesotho, í suðri við Eastern Cape og í vestri við Northern Cape.

Bloemfontein er høvuðsstaður í landslutinum og størstu býir eru Bloemfontein, Welkom og Kroonstad. 64,2 % av fólkunum tosa sesotho, 12,7 % afrikaans, 7,5% xhosa, 5,2 % tswana, 4,4 % zulu og 2,9 % enskt.

Landsluturin varð stovnaður í 1994. Táverandi landsluturin Orange Free State, heimlandið QwaQwa og partar av heimlandinum Boputhatswana vórðu samanlagdir til tann núverandi landslutin sum í juni 1995 fekk tað navnið Free State.[2]

Ávísingar úteftir rætta

Coordinates: 29°0′0″S 26°0′0″E / 29.00000°S 26.00000°E / -29.00000; 26.00000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com
  2. Free State, snl.no



 
Landslutir í Suðurafrika
 
Eastern Cape | Free State | Gauteng | KwaZulu-Natal | Limpopo | Mpumalanga | Northern Cape | North West | Western Cape