Frederik Ferdinand Tillisch

Frederik Ferdinand Tillisch (15. apríl 1801 - 16. februar 1889) var amtmaður í Føroyum frá 1830 til 1837. Eitt tað fyrsta, sum Tillisch gjørdi, var at fáa sett á stovn Færø Amts Sparekasse í 1832, fyrsta fíggjarstovn í landinum. Sama ár kom eisini fyrsta grindareglugerðin; tað hava altíð verið reglur fyri, hvussu grind skuldi haldast til og hvussu grind skuldi býtast, men tær vóru ikki uppskrivaðar og tí ikki altíð so lættar at minnast til, serliga eftir at grindaloysi hevði verið í mong ár seinast í 18. øld.


Ávisingar úteftir rætta


Amtmenn búsitandi í Føroyum
E.M.G. Løbner | C.L. Tillisch | F.F. Tillisch | C. Pløyen | C.E. Dahlerup | P. Holten | H.K.S. Finsen | L.H. Buchwaldt | C. Bærentsen | S.K.N. Rytter | V. Stahlsmidt | E. Olrik | H. Ringberg | C.A. Hilbert | V.A. Vagn-Hansen