Fríðrikur Petersen

Fríðrikur Petersen (* 22. apríl 1853 í Saltnesi, † 26. apríl 1917 í Frederiksberg) var próstur við bústaði á Nesi, yrkjari, umsetari og politikari. Petersen varð føddur á Saltnesi í Eysturoy í 1853. Í 1875 tók hann studentsprógv í Íslandi og í 1880 cand.theol.-prógv við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum prestur í Sandoy og í Suðuroy og var próstur á Nesi í Eysturoy. Hann var virkin í politikki. Hann sat í løgtinginum (1890-91, 1893-1917) og í landstinginum (1894-1902/1906-1917). Hann stovnaði saman við øðrum Sambandsflokkin í 1906. Hann var formaður í flokkinum frá 1906 til 1917. Fríðrikur hevur skrivað fleiri av okkara kendastu fosturlandssangum.

Fríðrikur Petersen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. apr 1853 í/á Saltnes
Andaðist 26. apr 1917 í/á Frederiksberg
Starv prestur, politikari, høvundur, yrkjari
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin, Højre
Trúgv Lutheranisma
Foreldur faðir Johannes Petersen
Dátuheiti
Commons Fríðrikur Petersen

Hann varð studentur í 1875, prógv í filosofikum í 1876 og gudfrøðisprógv (cand.theol.) í 1880. Hann yrkti nógvar sangir, m.a. fyrsta føroyska tjóðsangin "Eg oyggjar veit" og "Gleðilig jól". Hann var mammubeiggi Hans Jacob Højgaard, tónaskald.

Sanghøvundur rætta

Politikkur rætta

Fríðrikur Petersen var løgtingslimur 1890-1891 og 1893-1917. Hann umboðaði Sambandsflokkin á tingi frá at flokkurin varð stovnaður í 1906 fram til 1917. Somuleiðis var hann formaður floksins 1906-1917. Hann var landstingslimur 1894-1902, 1906-1914 og 1915-1917.[1]

Bókmentir rætta

  • Edward Mitens: Fríðrikur Petersen 1853-1953, Minnisútgáva, Tórshavn 1953.

Keldur rætta

  1. Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 335. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)