Fiskivinna er tann týdningarmesta og mest avgerandi vinna í Føroyum. Fiskivinna er ein global vinna, og sum atlimur í FAO hava Føroyar møguleika at vera við, tá mál um burðardyggan fiskiskap eru á dagsskrá.

Fiskivinna er ein hárisiko vinna, ið krevur nógva servitan. Fiskiskapurin er ymiskur frá ári til ár og ymiskur ígjøgnum árið. Fiskiskip eru stór amboð, ið krevja nógva servitan at reka. Skiparin skal hava kunnleika til fiskileiðir og mangt annað. Fiskurin skal eisini hava røttu góðsku, pakkast rætt og koma út á marknaðin.