Fámjin liggur mitt á vestursíðuni á Suðuroynni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her. Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir Gluggunum (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti Froðbiar sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti Hovi, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti Vági. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra Kirkjuvatn. Hóast einki sethús er í gerð í bygdini, so hevur fólkatalið seinastu 30 árini ligið støðugt omanfyri 100. Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni í februar 2014 vísir, at 106 fólk búgva í Fámjin,[2] og er tað lægsta fólkatalið síðani 1985. Tá fólkatalið í Fámjins kommunu, sum bert snýr seg um hesa einu bygdina, var uppá tað mesta vóru 135 skrásett her. Hetta var í 1993, men síðani er talið minkað javnt og samt.

Fámjin
Famien (danskt)
Bygd
Fámjin
Fámjin
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Fámjins kommuna
Íbúgvar 88 (2015)[1]
Postnummur FO-870
Markatal 24-00-00 mk.gl.sk.

Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er grindavág. 24 merkur í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 gyllin kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon læt aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd. Fámjin er ein av føroysku bygdunum, sum fyrstu ferð verður nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350 - 1400.[3]

Navnið rætta

Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt Vesturvík, men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum fronskum skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa:

femme mien, femme mien!

Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum.

Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við "fóm" (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum.

Kirkjan rætta

 
Fámjin er sera náttúruvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy
 
Fámjins kirkja

Fámjins kirkja er bygd í 1876, hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti. í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Hann liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnasteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur. Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin.

Best røkta bygd rætta

Fámjin hevur tvær ferðir fingið heiðurin "Best røkta bygd". Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum Umhvørvisstovan, Visit Faroe Islands, Agenda 21 Stovan og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag skipa fyri í felag. Fámjin vann heiðurin í 2006[4] og aftur í 2010.[5]

Myndir rætta

Sí eisini rætta

Keldur rætta

  1. Hagstova.fo
  2. hagstova.fo
  3. "Heimabeiti.fo, Hvussu gomul er bygdin". http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=152. Heintað 2012-12-06. 
  4. HFS.fo[deyð leinkja]
  5. US.fo[deyð leinkja]

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið