Evropeisku leikir 2015

Evropeisku leikirnir 2015 er tann fyrsta útgávan av evropeisku leikunum og varð fyriskipað í Baku, Aserbadjan í døgunum 12. juni - 28. juni. Leikirnir eru ein fleiítróttastevna, har ið ítróttafólkini umboða olympisku í Evropa. Tilsamans kappaðust umleið 6000 ítróttafólk úr 50 londum í 20 ítróttagreinum.[1][2]

Baku Evropeisku leikir 2015
Vertsbýur Baku, Aserbadjan
Luttakandi tjóðir 50
Luttakandi ítróttafólk 6067
Kappingar 253 í 20 ítróttagreinum
Byrjunarhátíðarhald 12. juni
Endahátíðarhald 28. juni
Alment latið upp av Ilham Aliyev
Torch Lighter Ilham Zakiyev, Said Guliyev, Aydemir Aydemirov og Nargiz Nasirzade
Høvuðsleikvøllur Baku National Stadium
Heimasíða www.baku2015.com
2019  >

Luttakandi tjóðir rætta

Umleið 6 000 ítróttafólk úr 50 evropeiskum londum luttaka í fyrstu útgávuni av leikunum. Tað eru Olympisku Nevndirnar, ið fyriskipa leikunum, og tí sleppa Føroyar ikki at luttaka sum tjóð. Hesaferð sluppu tó fimm ungir svimjarar at luttaka - tó ikki undir Merkinum - á svimjikappingum á leikunum, hetta tí at Føroyar í fleiri ár hava luttikið í Evropameistarastevnuni fyri Ung (EMU), sum hesaferð altso er lagt saman við Evropeisku leikunum. Føroyskur luttakarnir vóru: Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Maria Bjarnastein Antoft og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard.[3]Russland hevði størsta hópin við 359 ítróttafólkum. [4]

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið