Sir Elton Hercules John (veruliga navn: Reginald Kenneth Dwight; f. 25. mars 1947) er bretskur klaverspælari, singer/songwriter og tónaskald. Elton hevur m.a. vunnið fimm Grammy virðislønir, eina Academy, eina Golden Globe og eina Tony virðisløn. Hann hevur selt meiri enn 450 milliónir av útgávum, og er ein av tónleikarunum í heiminum, sum hava klárað seg best.

Elton John í juli 2008.

Rolling Stones søgdu í 2004 Elton John vera nummar 49 á listanum yvir 100 teir mætastu tónleikararnar í søguni.

Bakgrund rætta

Uppvøksturin hjá Eltoni var ikki altíð lættur. Pápi hansara, Stanley Dwight, hevði ongan áhuga fyri soninum og var sjáldan heima. Tá tey vóru saman, skeldaðust foreldrini hjá Elton meginpartin av tíðini. Tað vóru mamman og omman hjá Elton, sum máttu uppdraga hann.

Elton lærdi á Pinner Wood Junior School, Reddiford School og Pinner County Grammar School. Men tá hann var seytjan, gav hann skúlan upp fyri at fara á GCE A Level og fylgja dreymi sínum um at fáa eina yrkisleið í tónleikinum.

Hóast pápi Elton sjálvur hevði nógv við tónleik at gera, royndi hann, tá Elton av álvara fór at umhugsa eina framtíð sum tónleikari, at stýra soninum móti eini meiri vanligari yrkisleið.

Longu frá barnsbeini av var tað eyðsæð, at Elton hevði serliga gott oyra fyri tónleiki. Hann byrjaði sum 3 ára gamal at spæla klaver. Sum sjey ára gamal fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í klaveri. Elton hevur fingist við tónleik næstan alt lívið.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið