Eingjarkarsi (frøðiheiti Cardamine pratensis) er vanlig planta á vátlendi og verður einar 10-25 cm til hæddar. Blómurnar eru viólubláar á liti og vaksa saman í klasa á leggendanum. Bløðini vaksa bæði í stovni niðri við rótina og misstødd upp á hálvan leggin. Bløðini hava eitt heldur sjáldsamt vakstrarlag, sum vit kalla stakfinnut, tí blaðið er sett saman av fleiri pørum av smábløðum, kallað finnur og endar við einum støkum blaði. Blómar í mai-juni. Veksur á vátlendi.

Eingjarkarsi er sera vøkur planta.

Lýsing: Fleiráraurt. Leggurin upprættur. Loftleggirnir stinnir, blaðfáir í erva. Bløðini snøgg, stakfinnut. Finnurnar breiðar og tentar á teim niðaru, men mjáar og ótentar á teim ovastu bløðunum. Klasin líkist skjóli. Krúnubløðini 4, ljósablálig við myrkum rípum, frambreið, útbreidd, negllong. Sáðknapparnir gulir. Tvílokabjølgarnir langir; bæði lokini flettast av úr neðra. Fræini hanga á skilarúminum. Stovnbløðini einfinnut við 5-8 pørum av smábløðum, sum eru eggvaksin, stuttstelkað. Leggbløðini eisini finnut, men við strikuvaksnum smábløðum. Krúnubløðini ljóst bláreyð, sáberarnir gulir. Tvílokabjølgarnir 2-4 cm langir. Veksur í veitum og á vátlendi, mest innangarðs, men eisini heilt upp til fjalla.

Sí eisini rætta