Ein vísindamaður, ið var at síggja fyrstu ferð í 1936. Ted Osborne og Floyd Gottfredson hava skapt hann. Hann er granskari í atomfysikki og hevur týska accent og skal mestur líkjast Albert Einstein. Hann fann einaferð út av, at atom vóru livandi, so hann tók eitt atom, størraði tað og kallaði tað Atom Dúdd. Svarti Per og Blekkhamur royna ofta at stjala uppfinningar og hugskot hansara.