Die Siedler von Catan (bók)

Die Siedler von Catan er ein søgulig skaldsøga eftir Rebecca Gablé. Hon varð fyrst útgivin av forlagnum Lübbe í 2003. Hon er bygd á brettspælið við sama navni, ið er skapt av Klaus Teuber, sum eisini byrjaði uppá arbeiði við skaldsøguni. Saman við skaldsøguni menti Klaus Teuber í 2004 spælið Candamir og somuleiðis í 2005 Elasund – Die erste Stadt. Nakrir persónar í skaldsøguni vóru eisini við í spælinum Die Fürsten von Catan frá 2010. Í 2012 kom haraftrat ein álmanakki av Michael Menzel út við motivum úr skaldsøguni, ið eisini partvíst komu við í ensku týðingina. [1]

Søgugongd rætta

Bókin snýr seg um bygdafólkini úr íspunnu bygdini Elasund, ið liggur heldur norðarlaga. Søgan gongur fyri seg í víkingatíðini. Eftir at bygdin verður álopin av teimum fíggindaligu Turonlendingunum og eftir hetta fer ígjøgnum ein hungursvetur, avger eitt fleirtal at fara at leita eftir einari serstakari oyggj, har lívið sigst at vera betri. Hon varð einaferð tilvildarliga funnin av Olaf, ríkasta manninum í bygdini og eisini tann, sum hevur ferðast mest. Á ferðini koma tey gjøgnum tvey ódnarveður, sum ger, at tey náa tí sagnkendu oynni Catan, sum eftir søgnini skal hava verið persónliga skapt av Óðini. At byrja við heldur flokkurin saman, men sum tíðin gongur byrjar eitt valdsstríð millum tríggjar teir mest týðandi menninar: Høvuðspersónurin Candamir, hansara fosturbróður Osmund og Olaf. Tann síðsti av hesum plágast av tí, at hann er í fer við at missa sína ávirkan í tí nýggja heimstaðnum, og roynir tí fram um alt at misnýta og eyðmýkja Candamir. Eftir eina gølu má Olaf flýggja úr niðursetubygdini. Hann grundar saman við nøkrum av sínum synum og fleiri flýddum trælum eina aðra búseting í oyðimørkini, har tey regluliga gera álop og ránsferðir í hinari bygdini, samsvarandi tjóvinum í brettspælinum við sama navni.

Aftrat hóttanini uttanífrá er eisini hørð kapping millum tann opna og onkuntíð illa hýrda Candamir og sín meira vituga men til tíðir treiska fosturbróður Osmund. Í tí sambandi er talan um kvinnuna Siglind, sum kom við teimum ferðandi, tá tey steðgaðu á við tær “køldu oyggjarnar” ávegis til Catan. Hon flýggjaði undan sínum harðliga manni, ið var kongur á oyggjunum. Við hennara sjálvsikru og frígjørdu atferð bergtekur hon báðar. Til síðst giftir hon seg við Candamir, sum eisini má virða hennara ynskir, sum ger at tey fáa eitt fyri sína tíð óvanliga javnsett hjúnaband. Fyri tað næsta tendrar eisini eitt átrúnaðarligt stríð: Gjøgnum trælin hjá Candamir, Austin, sum er ein angulsaksiskur munkur, verður kristindómurin tikin við til Catan og verður útbreiddur har. Siglind gerst kristin eins og Hacon, yngri bróður Candamirs. Candamir, ið er minni átrúnaðarligur, hevur ikki nakað ímóti nýggju trúnni. Konan hjá Osmund, Inga, harafturímóti, ið er lærlingur og seinni eftirfylgjari hjá “heksini”/prestinnuni Brigitta, berjist fanatiskt ímóti kristindóminum og fær stuðul frá hennara manni. Hetta stríðið skilur til síðst allan felagsskapin í tvey. Til síðst viðger bókin spurningin, um hví tað hóast góðar uttaru umstøður (fruktagóð jørð og gott veður á Catan) ikki ber til við einum friðsælum ella enntá himmalskum lívi. Haraftrat er hon eisini um átrúnaðarligt tolsemi og javnrætt millum mann og kvinnu.

Persónar rætta

  • Candamir
  • Osmund (fosturbeiggi Candamir)
  • Olaf (ríkasti maður í Elasund og pápabeiggi hjá Osmund)
  • Siglind (fyrrverandi drotning á Køldu oyggjunum, seinni kona Candamirs)
  • Harald (smiðurin)
  • Hacon (beiggi Candamirs og seinni lærlingur hjá Harald)
  • Austin/Saksi (angulsaksiskur munkur, trælur hjá Candamir, seinni fríur maður í Catan)
  • Brigitta (sambandið til gudarnar)
  • Inga (kona Osmunds og seinni prestinna av Catan)
  • Gunda (frísisk trælkvinna, at byrja við elskarinna hjá Candamir, seinni kona Hacons)
  • Jared (elsti sonur)
  • Lars (næst elsti sonur hjá Olaf)
  • Asta (systur Candamirs, seinni konan hjá Harald)

Týðingar rætta

Keldulisti rætta

  1. "catan.de: Der Catan Kalender 2012". http://www.catan.de/fuer-fans/literatur-multimedia/der-catan-kalender-2012. Heintað 2015-03-17. 

Leinkjur rætta