Devon er eitt greivadømi (county), sum liggur í útsynningsparti av Onglandi. Fyrrverandi heiti er Devonshire.

Devon
Devon

Móti vestri hevur greivadømið mark til Cornwall, í eystri mark við Dorset og í landnyrðingspartinum við Somerset. Í 2018 búðu næstan 1,2 mió fólk í økinum, sum er 6.707 ferkilometrar til víddar. Miðdepilin er í Exeter, ið samstundis er næststørsti býur í greivadøminum. Størsti býur er Plymouth. Aðrir kendir býir eru Torquay og Exmouth.

Fyrisitingarliga uppbýtið rætta

Greivadømið er býtt upp í hesi 10 økini (districts):

Øki (district) Kort
  1. Exeter
  2. East Devon
  3. Mid Devon
  4. North Devon
  5. Torridge
  6. West Devon
  7. South Hams
  8. Teignbridge
  9. Plymouth (unitary authority)
  10. Torbay (unitary authority)
 

Myndir rætta

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 50°42′0″N 3°48′0″W / 50.70000°N 3.80000°W / 50.70000; -3.80000

Keldur rætta

  Hendan greinin um Ongland er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana