Dennis Holm

føroyskur politikari og samfelagsfrøðingur

Dennis Holm (føddur 2. mai 1972) er ein føroyskur politikari, samfelagsfrøðingur og rithøvundur.

Dennis Holm
er eitt menniskja
Fødd(ur) 2. mai 1972 í/á Vágur
Alma mater Aalborg University
Starv politikari, samfelagsfrøðingur, political scientist
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Foreldur faðir Óli Holm
Dátuheiti
Commons Dennis Holm

Hann varð útbúgvin sum cand.scient.pol. í samfelagsfrøði frá Aalborg Universitet í 1998.[1]

Lívsleið rætta

Áðrenn Dennis bleiv virkin innan politikk, var hann virkin í lokalsamfelagnum í Vági og í Føroyum sum heild. Hann er ein av stigtakarunum til Parkina við Sandin í Vági, hann er eisini ein av stigtakarunum til verkætlanina um at byggja 50-metra svimjiyl á Oyrunum í Vági. Hann er í nevndini fyri Vágs Sóknar Bygdasavn. Hann hevur fleiri ferðir verið við til at fyriskipa stór tónleikatiltøk, eitt nú Jóansøkufestivalin, tá hesin hevur verið í Vági. Hann var eisini ein av limunum í Five Star Entertainment, sum fekk stór tónleikanøvn til Føroya, eitt nú Bryan Adams og Elton John, sum høvdu konsertir á Tórsvølli í Havn. Konsertin við Bryan Adams var hin 4. juni 2008.[2] Konsertin við Elton John var 29. juni 2010.[3]

Frá oktober 2005 var hann í starvi sum leiðari fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Áðrenn hann gjørdist leiðari, starvaðist hann sama stað frá 1999. Depilin fyri Samfelagsmenning er partur av Fróðskaparsetur Føroya.[4] Hann undirvísti á Fróðskaparsetrinum bæði áðrenn og eftir, at hann var borgarstjóri í Vágs kommunu.[5]

Politisk lívsleið rætta

Hann var býráðsformaður í Vágs býráð frá 1. januar 2013 til 31. december 2020, hann varð valdur inn á listanum hjá Tjóðveldi. Hann varð valdur til borgarstjóra eftir at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin høvdu skipað samgongu.

Á løgtingsvalinum 2022 stillaði hann upp fyri fyrstu ferð til løgtingið, hann bleiv valdur við 305 atkvøðum. Dennis Holm blev opstillet til lagtinget for første gang ved valget i 2022 og blev valgt med 305 personlige stemmer.[6] Tá ið landsstýrið varð skipað 22. desember 2022 varð hann útnevndur til landsstýrismann í fiskimálum og samferðslumálum.[7]

Familja rætta

Dennis er sonur Elise og Óla Holm, sum er fyrrverandi mentamálaráðharri og fyrrverandi formaður fyri FSF.[8] Hann er giftur við Heidi Kilgour, tey eiga trý børn.

Útgávur í úrvali rætta

Dennis hevur eitt nú skrivað fleiri vísindaligar ritgerðir, upprit, greinar, arbeiðsrit o.a.[9][10]

  • 2011 - Dennis Holm: "Løgtingsvalið 2011: Útjaðarin mótvegis miðstaðarøkinum", í Stefan í Skorini og Høgni Reistrup: "Valið og Valdið - ein tvørskurður av løgtingsvalinum 2011", Sprotin 2011.
  • 2008 - Dennis Holm og Bogi Mortensen: Nøgdir og nýbrot – føroysk fiskivinnumenning í fimmti ár; Bókaútgáva (Book). Tórshavn: Sprotin.[11]
  • 2003 - Dennis Holm - Ynski og tørvur á eldraøkinum í Vágum[12]

Keldur rætta

  1. Linkedin.com
  2. Eik.fo Eik stuðlar konsert við Bryan Adams
  3. KNR.gl[deyð leinkja] Thorshavn klar til Elton John
  4. Setur.fo
  5. "Dennis Holm". https://www.setur.fo/fo/setrid/starvsfolk/dennis-holm/. 
  6. "Endaligt úrslit - 57 valstøð". Kringvarp Føroya. 8. december 2022. https://kvf.fo/valurslit/. 
  7. Johannesen, Johnsigurd (22. desember 2022). "Dennis Holm skal umsita høvuðsvinnuna". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2022/12/22/dennis-holm-skal-umsita-hovudsvinnuna. Heintað 2023-01-02. 
  8. "Jogvanarge.com". http://www.jogvanarge.com/stories.php?story=04/04/03/3625332. Heintað 2013-01-28. 
  9. Setur.fo Dennis Holm Publications
  10. Setur.fo Aðrar útgávur
  11. HNJ.fo[deyð leinkja]
  12. Books.google.com