Death Valley (á føroyskum: Deyðans dalur ella Deyðadalur) er ein dalur sum er báðumegin markið millum Kalifornia og Nevada í USA.[1] Í Death Valley eystarlaga í Kalifornia er ómetaliga heitt. Har hava tey mált upp í næstan 57 °C (1913). Tað er tann hægsti hitin, sum nakrantíð er máldur á jørðini. Dalurin er lægri enn vatnskorpan á sjónum, og rundanum eru høg fjøll, sum veita regnskugga. Tí regnar næstan ikki. Viðhvørt kunnu ganga fleiri ár ímillum, at tað regnar. Sum eitt portur inn til Mohaveoyðimørkina, liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum 48 niðaru statunum, Death Valley National Park ella Deyðadalur Tjóðlund. Hon er djúpasti dalur í USA, 86 m. lægri enn sjógvurin.

Death Valley ein dalur norðanfyri Barstow í Eysturkalifornia.

Sí eisini

 rætta



Kelduávísingar rætta

  1. https://snl.no/Death_Valley
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið