Daniel Gabriel Fahrenheit

Daniel Gabriel Fahrenheit (føddur 24. mai 1686 í Danzig, deyður 16. september 1736 í Haag ) var alisfrøðingur, glasblásari og tólsmiður av týskari ætt. Hann búði meginpartin av lívi sínum í Niðurlondum.[1]

Daniel Gabriel Fahrenheit.

Fahrenheit gjørdi ein stiga fyrst í 1700-talinum. Eftir hesum stiganum frystir vatn við 32 stig og kókar við 212 stig. Fahrenheitstigin verður enn brúktur í nøkrum fáum londum.

Í 1714 legði hann fram fyrsta hitamátara við stiga, sum gjørdi tað nógv lættari at bera hita saman. Fyri at vísa stig, brúkti hann kyksilvur.

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. Daniel Gabriel Fahrenheit, archive.org (á enskum)