Christian Ludvig Tillisch

Christian Ludvig Tillisch (28. juli 1797 - 13. september 1844) var amtmaður í Føroyum frá 1825 til 1830. Tillisch skipaði fyri, at skúli kom í Havn í 1826, bókasavn í 1828 og sjúkrahús í 1829. Í 1830 gjørdi hann tað fyri fyrstu ferð møguligt hjá fátækum fólki at leiga traðir, ikki bara í Havn, men eisini í teimum mongu niðursetubygdunum, sum komu hesi árini. Hann fór í annað starv í 1830, og bróðurin Frederik Tillisch kom í amtmansstarvið.


Ávisingar úteftir rætta


Amtmenn búsitandi í Føroyum
E.M.G. Løbner | C.L. Tillisch | F.F. Tillisch | C. Pløyen | C.E. Dahlerup | P. Holten | H.K.S. Finsen | L.H. Buchwaldt | C. Bærentsen | S.K.N. Rytter | V. Stahlsmidt | E. Olrik | H. Ringberg | C.A. Hilbert | V.A. Vagn-Hansen