Cecilia, ella Sankta Cecilia (latínskt Sancta Caecilia), deyð umleið ár 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin.

Sankta Cecilia málað av Raphael.

Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínsluváttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann blinda.

Móðir Sigmund Brestisson, ið helst var keltisk kristin, æt Cecilia eftir hesi kvinnu. [1][deyð leinkja]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið