Carl Gustaf Rehnskiöld

Carl Gustaf Rehnskiöld (føddur 6. august 1651 í Greifswald, í núverandi Týskland, men sum tá var í svenska Pommern, deyður 29. januar 1722 í Strängnäs) var ein svenskur greivi og hermaður. Hann gjørdist generalloytnantur og guvernørur yvir Skåne í 1698, feltmarskalk í 1706 og kongaligur ráðgevi í 1719.

Carl Gustav Rehnskiöld

Rehnskiöld luttók í stríðnum við Halmstad í 1675, í stríðnum við Lund í 1676, í stríðnum við Landskrona í 1677, í stríðnum við Lenze í 1691, í stríðnum við Narva í 1700, í stríðnum við Kliszów í 1702, í stríðnum við Fraustadt í 1706, í stríðnum við Holowczyn í 1708 og í stríðnum við Poltava í 1709, har hann varð tikin til fanga. Rehnskiöld varð latin leysur úr russiskum fangaskapi í juli 1718. Hann kom síðan til kringsetanina av Fredrikshald áðrenn Karl XII bleiv skotin.

Rehnskiöld luttók eisini í stóra Norðurlendska krígnum.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið