Carl Barks (føddur 27. mars 1901 í Merrill, Oregon, deyður 25. august 2000 í Grants Pass, Oregon) var ein kendur teknirøðsrithøvundur og -teknari. Hann er serliga kendur fyri at skriva um og tekna figurarnar hjá The Walt Disney Company. Barks tók Dunnald, sum í teknifilmunum bert var eitt fjaðurklætt illsinnisvætti, og gjørdi hann so við og við fjøltáttaðan og menniskjansligan. Tá tað ikki var nóg mikið, skapaði hann ein skara av persónligheitum runt um Dunnald og gav teimum sín egna bý at búleikast í, Dunnuvík. Lívssterkir eykapersónar blivu eitt av hansara vørumerkjum.

Carl Barks í San Diego, Kalifornia í 1982.

Frá 1935 til 1942 gjørdi Carl Barks teknifilmar hjá Walt Disney Productions (nú The Walt Disney Company), og hevur hann verið við til at gjørt 40 stuttfilmar og 3 langfilmar, langfilmarnir eru Snóhvíta og teir sjey dvørgarnir, Fantasia og Bambi.

Frá 1942 til 1966 arbeiddi Carl Barks fulla tíð fyri forlagið Western Publishing, og var tað har hann gjørdist kendur fyri søgurnar um Dunnald Dunnu, Gírik Gvagg og øll hini. Men hann gjørdi eisini nakrar fáar søgur við stuttligum djórum, sum Disney ikki átti rættindini til.

Í 1966 skuldi Barks pensionerast, men forlagið fekk yvirtalað hann til at arbeiða parttíð. Frá 1966 til 1972 gjørdi hann einar 25 søgur við skótaliðinum hjá piltunum.

Eftir 1972 varð Barks yvirtalaður tvær ferðir til at skriva eina søgu afturat. Ta fyrru teknaði William Van Horn. Tann seinna finst í tveimumútgávum, aðra hevur Patrick Block teknað, hina hevur hollendarin Daan Jippes teknað.

Í alt skrivaði og teknaði Barks umleið 750 søgur og 7000 síður. 90 av teimum bestu søgunum hjá honum eru givnar út á føroyskum í Carl Barks savninum.

Sí eisini rætta

Slóðir úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið