Brennivín er rúsdrekka, sum hevur meir enn enn umleið 21 rúmprosent av alkoholi. Í brennivíni er nógv meiri alkohol enn í víni og øli. Rúsnøgdin í brennivíni er viðgjørd á serstakan hátt, hon er dropadrivin, eisini nevnt destillerað. Smakkurin er tengdur at, hvussu løgurin er dropadrivin, hvør frukt er nýtt til framleiðsluna, og hvussu brennivínið verður goymt eftir destillering. Tað hevur eisini týdning, hvussu leingi tað verður goymt, og hvørjum træi tað verður goymt í, áðrenn tað verður tappað.

Jólaakvavit, 2005.

Brennivín er til dømis vodka, akvavit og whisky. Í Føroyum er ikki loyvt at selja brennivín og annað alkohol í vanligum handlum. Brennivín verður selt í Rúsuni (Rúsdrekkasøla Landsins), sum hevur deildir í Tórshavn á Streymoynni, Klaksvík á Borðoynni, Skálavík á Sandoynni, á Drelnesi í Suðuroynni, Saltangará í Eysturoynni og í Miðvági á Vágoynni[1]. Eitt føroyskt felag framleiðir alkohol. Tey fyrstu árini noyddist felagið at framleiða brennivíni í Danmark og Íslandi, men í 2011 samtykti Føroya Løgting, at nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum[2].

Markið hjá tollvaldinum millum heitvín og brennivín er 22 %.

Alhohol rætta

Alkohol í brennivíni

  • Vanligt brennivín: 20-40 %
  • Sterkt brennivín: 40-60 %
  • Fínsprit: Um 95 %

Sløg rætta

Keldur rætta

  1. Rusdrekkasolalandsins.fo
  2. Kringvarp.fo
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið