Astrið Foldarskarð

Astrið Foldarskarð (fødd 1994) er ein føroyskur svimjari, ið svam á føroyska svimjilandsliðnum í fleiri ár. Hon byrjaði at svimja við FLOT sum 6-ára gomul. Seinni skifti hon felag til Ægir í Klaksvík. Í 2013 vandi hon við VAT í Danmark,[1] og í 2014 svam hon fyri Swim Team Tåstrup. Í 2016 svam hon fyri Havnar Svimjifelag. Hon hevur fleiri ferðir sett føroysk met á teimum stuttu teinunum í frí og firvald og hevur vunnið fleiri heiðursmerki á Oyggjaleikum. Í august 2016 kunngjørdi hon á Facebook-vangamynd síni, at hon gavst við at svimja, tí hon fór undir útbúgving.[2]

Astrið Foldarskarð
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1994
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Firvald

Lísvleið innan svimjing rætta

Danish Open 2016 rætta

  • Nr. 15 í 50 m frí við tíðini 27.06, ið var nýtt føroyskt met.[3]
  • Nr. 13 í 50 m firvald við tíðini 28.55.[4]

Oyggjaleikir 2015 rætta

Danish Open 2014 rætta

Astrið svam seg í finaluna í 50 m firvald við tíðini 28.57.[9]

  • Nýggjundi bestu tíð í hálvfinaluni í 50 m firvald við tíðini 28.29, sum var nýtt føroyskt met,[10] Nr. 8 hevði tíðina 28.28, tvs 1/100 av einum sekundi betri tíð enn Astrið.[11]

Eysturdanska meistarastevnan á stuttgeil 2014 rætta

  • Nummar 5 í 50 frí varð við tíðini 26.92
  • Nummar 6 í 50 firvald við tíðini 29.09.[12]

Danish Open 2013 rætta

  • Nr. 9 í 50 m firvald við tíðini 28.94, sum var nýtt føroyskt met, hon setti eisini føroyskt met í innleiðandi við tíðini 29.06.[13]

World Cup í Berlin 2012 rætta

Astrið luttók á World Cup í Berlin í oktober 2012. Hon svam 100 metrar firvald við tíðini 1:06.99[14] og 50 metrar firvald við tíðini 28.00 sek.[15]

Keldur rætta

  1. svimjing.com, Astrið og Markus flutt til VAT í Danmark at venja
  2. "in.fo - Astrið gevst at svimja". http://www.in.fo/news-detail/astrid-stedgar-at-svimja/. Heintað 2016-08-03. 
  3. svimjing.com - Føroysk veitsla 3. kvøld á Danish Open 2016
  4. svimjing.com - Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016
  5. jersey2015results.com - Women's 4 x 50m Medley Relay
  6. [1]
  7. svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  8. jersey2015results.com - Women's 100m Butterfly
  9. svimjing.com, Astrið 28.57 og víðari til finalu í 50 firvald á Danish Open 2014
  10. svimjing.com, Astrið 28.29 og nýtt føroyskt met í 50 firvald
  11. livetiming.dk, Løb 32, 50m Butterfly Damer, Semifinaler
  12. svimjing.com, Pál og Magnus gull á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil
  13. svimjing.com, Astrið 28.94 og nýtt føroyskt met í 50 firvald
  14. svimjing.com, Astrið Foldarskarð 100 firvald á World Cup í Berlin 2012
  15. svimjing.com, Astrið og Birita 50 frí á World Cup í Berlin 2012