Det Kongelige Octroyerede Danske Asiatiske Kompagni, ella Asiatisk Kompagni (føroyskt: Asiatiska felagið), var eitt danskt handilsfelag frá 1730-árunum til 1840-árini. Danska Eysturindiafelagið (alment Dansk Ostindia) gavst við virksemi sínum í 1729 og varð í 1732 avloyst av Asiatiska felagnum, ið gjørdist størsta danska handilsfelag undir donsku merkantisismuni. Felagið hevði einarætt í 40 ár til danskan handil eystan fyri Góðvónarhøvda við Cape Town, Suðurafrika.[1] Felagið fekk ábyrgdina fyri handil við og at stýra Trankebar.

Ein til tvær handilsferðir vóru gjørdar um ári; flestu teirra gingu til Kina. Týdningarmestu handilsvørurnar vóru te og postalín. Í hesum handli ráddi merkantilistiska hugsanin – flyt inn vørurnar so bíliga sum til ber, og flyt út vørurnar so dýrt sum til ber. Ein stórur partur av vørunum hjá Asiatiska felagnum vórðu seldar víðari: 90 % av innflutta tenum varð flutt út til onnur evropeisk lond. Asiatiska felagið hevði høvuðssæti í Christianshavn. Eins og við Eysturindiafeløgnum, so var Asiatiska felagið eitt lutafelag, sum keypmenn settu pening í. Men av tí at nógvur kapitalur skuldi til mátti kongur eisini seta pening í, og kom hann at vera høvuðseigari við meirilutanum í felagnum. Vørurnar, sum eysturindiafararnir førdu til lands vóru als ikki ætlaðar stóra meirilutanum, men kongshirðini, aðalinum og ríkum keypmansfamiljum.[2]

Í 1777 yvirtók dansk-norska ríki økini og annað virksemi hjá Asiatiska felagnum í India. Einahandilin varð tá avtikin. Asiatisk Kompagni helt fram við handli í Kina og hevði efitr 1772 einkarætt á handil við Kina til Danmark-Noreg. Virksemi hjá felagnum varð skatt undir kríggjunum við Ongland 1801-1814, og eftir tað minkaði virksemi í felagnum til tað at enda varð avtikið í 1844.[1]

Keldur rætta