Antigua and Barbuda
Flagg Antigua og Barbuda
(Flagg Antigua og Barbuda)
Skjaldarmerki Antigua og Barbuda
(Skjaldarmerki Antigua og Barbuda)
Tjóðarslagorð: Each Endeavouring, All Achieving
Tjóðsangur: Fair Antigua, We Salute Thee
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Saint John's
Kongur Charles III
Forsætisráðharri Gaston Browne
Fullveldi 1. november 1981
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
440 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
91 295
186/km²
Gjaldoyra Eysturkaribiskur dollari
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .ag
Telefonkota +1-268

Antigua og Barbuda (enskt; Antigua and Barbuda) eru eitt oyggjaríki í eystara partinum av Karibiska Havinum. Landið liggur í oyggjabólkinum, ið nevnist Leewardoyggjar og liggur umleið 17 stig norðan fyri miðkring. Oyggjarnar eru partur av Smáu Antillunum og liggja norðanfyri Guadeloupe, eystanfyri Montserrat og St. Kitts og Nevis, og sunnan fyri Saint Martin. Høvuðsstaðurin eitur Saint John’s og landið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 27 °C alt árið. Kaldasta tíðin er frá desember til februar, og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum ódnum. Mesta regnið er frá septembur til november. Landið hevur 153 kilometrar við strond og heili 365 strendur. Umleið % av teimum 70 000 íbúgvunum búgva á oynni Antigua, har eisini høvuðsstaðurin liggur. 9 av 10 av fólkunum hava sín uppruna frá afrikonskum trælum.

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið