Algebraisk uppskriving

Algebraisk uppskriving er ein uppskrivingarháttur at endurgeva talv við, og sum verður nýttur í kappingum, bókum og bløðum.

Lýsing rætta

Hvørt talvfólk er merkt við byrjanarstavi, sum lýsir fólkið, og byrjar tað við einum stórum stavi, til dømis: K = Kongur, F = Frúgv, R = Rókur, B = Bispur og Ri = Riddari. Finnan hevur ongan byrjanarstav. Leikir við finnuni verða einans skrivaðir við navninum á puntinum.

Við hesum skriviháttinum eru tveir møguleikar, sum eru hin stutti - sum er hin mest vanligi - og hin langi skrivihátturin. Við stutta skriviháttinum skrivar ein bara, hvar ávísa fólkið verður leikt til, t.d. Ra4. Og við langa skriviháttinum verður eisini skrivað, hvaðani fólkið kemur, t.d. Ra1-a4. Tó at stutti hátturin verður nýttur, er onkuntíð neyðugt eisini at skriva, hvaðani fólkið kemur, um ivi er um, hvat fólk talan er um.

Dømir um uppskriving rætta

Stutti hátturin Langi hátturin Frágreiðing
e4 e2-e4 Finnan á e2 verður leikt á e4. Vit stutta háttinum sæst ikki her, um finnan kemur av e2 ella e3
Bc4 Bf1-c4 Bispurin verður leiktur á c4
Rif3 Rig1-f3 Riddarin verður leiktur á f3
Fd4 Fd1-d4 Frúgving verður leikt á d4
Rxa4 Ra2xa4 Rókurin drepur fólk hjá mótpartinum á a4. Tá ein drepur, verður skrivað x ímillum
dxe5 d4xe5 Finnan á d-linjuni drepur fólk hjá mótpartinum á e5
dxc6 ep d5xc6 ep Finnan á d5 drepur finnuna á c5 í framlopi. Vit skriva ep aftanfyri (franskt: en passant)
0-0 0-0 Hvítur ella svartur leypir í stuttu borg
0-0-0 0-0-0 Hvítur ella svartur leypir í longu borg
b8F b7-b8F Finnan á b7 verður leikt á b8, og verður samstundis býtt um við eina frúgv
Rg8+ Rg2-g8+ Rókurin verður leiktur á g8 og hóttir hann kongin hjá mótpartinum. Rókurin skákar, og tá skriva vit +
Rb1++ Rb6-b1++ Rókurin verður leiktur á b1 og setur kongin hjá mótpartinum skák og mát. Tá skriva vit ++ ella #
R2g4 Rg2-g4 Rókurin verður leiktur av g2 á g4. Er ivamál, hvønn rók talan er um, skal ein við stutta háttinum lýsa tað nærri