Alan Mathison Turing (23. juni 19127. juni 1954) var slóðbrótandi bretskur teldufrøðingur, støddfrøðingur, logikari, dulmálsskriftsfrøðingur, heimspekingur og støddfrøðiligur lívfrøðingur, umframt maratonrennari og langteinarennari. Hann hevði ein týðandi leiklut í menningini av teldufrøði við sínum íkastið av formalisering av hugtakinum algoritmu og útrokning við sokallaði turingmaskinuni, ið er mett sum eitt snið av einari vanligari teldu (enskt: general purpose computer). Alan Turing verður vanliga mettur at vera faðirin av teoretiskari teldufrøði og tilgjørdum vitleika (enskt: artificial intelligence).[1][2]

Alan Turing 16 ára gamal

Undir 2. heimsbardaga, starvaðist Alan Turing fyri "Government Code and Cypher School" (GC&CS) í Bletchley Park. Hetta var brestski stovnurin, sum stóð fyri loysing av loyniskrift, t.e. at bróta kotur nasistanna. Í eitt tíðarskeið leiddi hann "Hut 8", sum hevði ábyrgdina av at bróta dulsmálsskrift hjá týska flótanum. Hann kom fram við fleiri taktikkum, ið vóru ein hjálpandi hond, tá ið tað snúði seg um at bróta týskar loyniskriftir. Hann gav skap til eina elektriska maskinu, sum kundi finna stillingina hjá Enigmumaskinuni, ið serliga var brúkt av týskarum til at gera loyniskrift. Alan hevði ein avgerandi leiklut í at loysa loyniskrift hjá týska herðinum, sum hjálpti teimum sameindu at vinna á Týsklandi í fleiri bardøgum, m.a. slagið í Atlantshavinum; Søgufrøðingar vilja vera við, at hetta arbeiði hevur stytt 2. heimsbardaga í Evropa við umleið tveimum til fýra árum.[3][4][5][6]

Alan varð í 1952 ákærdur fyri at hava framt samkyntar gerðir, tá ið hetta slagið av gerðum enn var ólógligt í Bretlandi. Hann tók ímóti viðgerð við østrogen innsproytingum (kemisk kastratión), sum eitt alternativ fyri fongsulsrevsing. Alan Turing doyði í 1954, 16 dagar áðrenn hansara 42 ára føðingardag, av eitran við blásyrusalti. Ein rættarkanning gjørdi av, at hansara deyði stóðst av sjálvmorði, men tað verður mett at hetta eisini kundi verið eitt óhapp. Í 2009, eftir einum átaki á internetinum, bað bretski statsovastin, Gordon Brown, alment um orsakað bretsku stjórnarinnar vegna. Tað gjørdi Elizabeth II drotning eisini í 2013.[7][8]

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið