Absalon Guttormsen (5. mai 183011. juli 1902) var bóndi í Útistovu á Trøllanesi. Hann var sjálvlærdur lærari í Kalsoynni 1875 – 1893. Hann var virkin í Føringafelag og var frá umleið 1870 íðin fráhaldsmaður, og virkaði fyri at stovna fráhaldsfeløg ymsastaðni, serliga í Norðoyggum og í Eysturoy. Tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877.

Absalon Guttormsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 5. mai 1830 í/á Trøllanes
Andaðist 11. jul 1902 í/á Trøllanes
Starv politikari, bóndi, lærari
Dátuheiti

Absalon var bóndasonur í Útistovu á Trøllanesi, elstur av 4 systkjum. Hann fór ungur til Tvøroyrar, har hann lærdi til snikkara. Absalon festi eftir pápan, Guttorm Absalonsen, í 1857, 26 ára gamal, og sat við festinum í 39 ár, tá sonurin Poul Johannes tók festið eftir hann. Absalon giftist í 1855 við Ellen Sofie Jensdatter av Viðareiði. Tey fingu 9 børn, ið øll fingu eftirnavnið Østerø. Absalon var framburðsmaður, og longu í 1865 var hann partaeigari í Norderø Fiskeri- og skibsselskab af 1865, sum árið eftir keypti skonnartina Caprice, 63 registartons til støddar. Endamálið var at reka fiskiskap undir Føroyum og síðani farmasigling afturat. Eftir miseydnaða roynd at reka fiskiskap fór skipið í farmasigling, og í 1871 keypti skiparin, Jóhannes Johansen allan partapeningin. Í 1872 var við lóg ásett, at øll børn yvir 7 ára aldur skuldu hava skúlagongd. Absalon átók sær sjálvur at vera lærari í Kalsoynni 1875 til 1893, og í 1895-96 var hann lærari í Kunoy, hóast hann ikki var læraralærdur. Hann var talsmaður fyri at fáa føroyskt mál inn í skúlan og at avtaka uttanatslæruna. Frá umleið 1870 var Absalon íðin talsmaður fyri fráhaldsrørsluna, ið tók seg upp um hetta mundið. Hann ferðaðist um allar Norðuroyggjar og eystursíðuna á Eysturoynni og eggjaði til at stovna fráhaldsfeløg fyri at tálma stóru rúsdrekkanýtsluni. Absalon var íðin tjóðskaparmaður og virkin í Føringafelag. Í blaðgreinum (td. Dimmalætting nr. 49, 1895) streingir hann á fyri at vinna føroyskum máli rættindi í kirkju og á tingi. Hann var tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877. Absalon doyði brádliga á Trøllanesi 11. juli 1902, 72 ára gamal. Hann er grivin á Trøllanesi, har minnissteinur er settur yvir hann. Steinurin hevur hetta ørindi, eftir Símun av Skarði, sum innskrift:

  • Royna alt tað besta kjósa,
  • sýna fólki hugsnarleið
  • vísa vinum vegin ljósa
  • so útrann títt æviskeið

Keldur rætta

  • Hans Jacob Debes: Nú er tann stundin..., Føroya Skúlabókagrunnur 1982, bls. 208 – 211
  • Óli Wolles: Absalon Guttormsen á Trøllanesi, Varðin bd 54, Hefti 3-4, 1987, bls. 140 – 174