Ørðavíkarlíð

millum Øravík og Trongisvág. Ferjulegan Krambatangi liggur í Øravíkarlíð.

Ørðavíkarlíð ella Líðin er ein bygd í Suðuroy. Bygdin liggur ímillum Trongsvág og Øravík. Heilt neyvt kann sigast, at Líðin strekkir seg frá Hellá til Skarðið. 67 fólk búgva í Líðini (2014). Ferjulegan Krambatangi er í Øravíkarlíð, Rúsdrekkasøla Landsins, eisini nevnd Rúsan, er á Langabakka í Øravíkarlíð. Drelnes og Saltsiloin eru eisini í Øravíkarlíð. Har, á Drelnesi, er bygd bryggja, sum stór skip kunnu leggja at, og har er eisini bygd stór saltgoymsla. Saltsiloin verður bygd um til eitt stórbært mentanarhús, arbeiðið byrjaði í 2013. Verkætlanin er stuðlað av Mærsk-grunninum, donsku stjórnini, Føroya Løgtingi og øðrum.

Ørðavíkarlíð (Líðin)
Bygd
Smyril Line í havnin.
Smyril Line í havnin.
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Tvøroyrar kommuna
Íbúgvar 60 (2015)[1]
Postnummur FO-826 (Trongisvágur)
FO-827 (Ørðavík)
Markatal -
Øravíkarlíð sæst hinumegin Trongisvágsfjørð. Myndin er tikin av gøtuni til Hvannhaga, norðanfyri Trongisvág.

Keldur rætta

  1. Hagstova.fo