Óli Dahl (føddur 1915 í Funningi, deyður 30. oktober 1992) var ein føroyskur lærari, ritstjóri, blaðstjóri, rithøvundur, barnabókahøvundur og skald. Lærari í Klaksvík, hevur skrivað yrkingar, barnabøkur, serliga við siðsøguligum innihaldi, og eina siðsøguliga skaldsøgu. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var burtur í 6 ár, hann fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1938. Hann starvaðist sum lærari í Elduvík og Funningsfirði 1945-46, á Viðareiði 1946-53 og í Klaksvík frá 1953, til hann í 1982 legði starvið frá sær vegna aldur. Hann var formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag í nógv ár og var við til at stovna Klaksvíkar Dansifelag í 1954. Hann er faðir Árna Dahl.

Óli Dahl
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. jun 1915
Andaðist 30. okt 1992
Starv yrkjari
Dátuheiti

Útgivið rætta

  • 1960 - Landnám (yrkingar)
  • 1966 - Hví? (smásøgur)
  • 1970 - Jólamaðurin sigur børnunum frá (barnabók)
  • 1974-1975: Vit fara upp á gólv, bd. 1-4 (savn)
  • 1975 - Fjallabrúður (yrkingar)
  • 1976 - Við abba á floti (barnabók)
  • 1977 - Við gubba at kasta nót (barnabók)
  • 1977 - Við ommu til neytar (barnabók)
  • 1978 - Við mammu í torvi (barnabók)
  • 1978 - Við "Núpi" á Munkagrunninum (barnabók)
  • 1980 - Til bjarga (barnabók)
  • 1983 - Til látra (barnabók)
  • 1988 - Dælt er manni vitandi orð (skaldsøga)

Heiður rætta