Ólavur Trygvason (uml. 960 - 9. september 1000) var kongur av Noreg í tíðarskeiðnum 995 til 1000. Ólavur var sonur Trygva Ólavson, kongur av Viken, og langabbasonur Harald Hárfagra.

Ólavur kongur
„ONLAF REX NORmannorum“. Silvurmyntur frá norska konginum Ólavi Trygvasyni.

Ólavur Trygvason vaks upp í útlegd í Russlandi. Eftir nøkur ár í víkingi varð hann doyptur í Onglandi í 994, árið fyri, at hann kom til Noregs at gera krav upp á kongsvaldið. Tróndur tóku hann til kong á Oyrartingi, og seinni varð hann viðurkendur sum kongur í Víkini, á Vesturlandinum, á Hálogalandi, og við honum byrja norskar kongsroyndir, ymiskt eydnaðar, at leggja upprunaliga norsk niðursetursamfeløg fyri vestan undir norskt kongsvald.