Æðukongur (frøðiheiti - Somateria spectabilis) er til støddar sum æða, ella heldur minni. Blikurin er enntá vakrari enn æðublikur. Nevið er fagurt reytt við einum høgum reyðgulum kjøli upp mót pannuni, vangarnir skyggja bjart grønir. Hálsur, herðar og bringa eru hvít; annars er hann mest svartur. Bøgan líkist nógv æðu. Æðukongur eigur einans í norðastu kuldalondum. Um veturin kann hann sløðast longur suður, sum til Suðurgrønlands og Íslands, sera sjáldan til Føroyar.

Æðukongur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Somateria
Slag: S. spectabilis
Somateria spectabilis

Sí eisini rætta

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið