Árnafjarðar kirkja

Árnafjarðar kirkja er kirkja í bygdini Árnafjørður á Borðoy. Hon varð vígd tann 10. oktober í 1937.

Árnafjarðar kirkja

Hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar, í august 1932, sendu umsókn til løgtingið um studning til gerð av nýggjari kirkju. Kirkjukassanevndin vildi síggja tekningar og eina kostnaðarætlan, áðrenn játtan kundi gevast. Tí settu árnfirðingar seg í samband við H.C.W. Tórgarð, byggimeistara í Havn, og fingu til vega tekning og kostnaðarætlan. Í álitunum stendur, at kirkjan, ið skal stoypast upp av betong og klæðast innan við timbur, kemur at hava rúm til 100 føst situpláss umframt lofts- og kórpláss.

Í september 1933 góðtók nevndin ætlanina og heitti á árnfirðingar um at fara undir ávegisarbeiði, so sum at grava út og savna tilfar. Peningur kundu tó ikki latast tað árið, men árnfirðingar skuldu fáa tilsøgn um studning so skjótt, tingið hevði ráð til tess. Tá búðu bert 90 fólk í Árnafirði, og tí var eisini krav frá nevndini um, at kirkjan skuldi styttast við tveimum stólarekkjum, soleiðis at rúm varð fyri 80 fólkum.

Í oktober 1934 fóru árnfirðingar, við Óla Hans Biskupstø sum løntum arbeiðsformanni á odda, ígongd við stoypiarbeiðið og í november 1936 stóð kirkjan liðug. Tó varð kirkjan ikki endaliga sýnað fyrr enn í oktober 1937. Tað vóru Zacharias Jacobsen, timburmaður, og Óli Arge, steinhøggari, báðir úr Havn, sum sýnaðu.


Í góðveðrinum 10. oktober 1937 var kirkjan vígd. Nógv fólk var samlað og m.a. kom Smyril av Havnini við 50 gestum. Eftir middag var farið í skrúðgongu í kirkju. Føroya Próstur og amtmaðurin gingu á odda við prestum, løgtingsformanni og løgtingsmonnum og øðrum aftaná. Vígslutaluna helt J. Dahl, próstur.[1]

Keldur rætta

  1. www.folkakirkjan.fo