Munurin millum rættingarnar hjá "Yellow Submarine (LP)"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
Í [[1966]] varð avtala gjørd um at ein [[teknifilmur]] skuldi gerast við Beatlunum sum høvuðsleikarum. Filmurin skuldi byggja á Beatles sangir, sum longu vóru útkomnir og á nýskrivaðar. Beatlarnir vóru ikki serliga heitir fyri hesum hugskoti, tí teir høvdu áður verið við í teknifilmum gjørdir fyri amerikanskt sjónvarp í [[1965]], og dámdu als ikki teir filmarnar. Hugurin gjørdist tó betri, tá ið teir sóu, hvussu góður [[Yellow Submarine (filmurinfilmur)]] filmurin varð.
 
Filmurin var frumsýndur í juni [[1968]], men tað tók meiri enn eitt hálvt ár, áðrenn plátan við filsmløgunum kom út, og tað er, saman við sannroyndini at [[produsari]]n [[George Martin]] átti helvtina av løgunum, ein høvuðsorsøk til, at plátan fekk heldur lunkaða móttøku og gjørdist einasta [[LP]] [[The Beatles]] góvu út í [[Bretland]]i, sum ikki kom ovast á hittlistan.