Munurin millum rættingarnar hjá "Knút Wang"

Content deleted Content added
Nýggj síða: Knút Wang varð borin í heim í Kaldbak í 1917. Ungu'r fór hann til skips og kom seinni til Havnar at standa í handli. Her kom hann skjótt at taka lut í politikki, hann gj…
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 5. mar 2009 kl. 09:18

Knút Wang varð borin í heim í Kaldbak í 1917. Ungu'r fór hann til skips og kom seinni til Havnar at standa í handli. Her


kom hann skjótt at taka lut í politikki, hann gjørdist longu í 1942, 25 ára gamal, blaðstjóri á Dagblaðnum, og í 1958 varð hann valdur á løgting umboðandi Fólka-flokkin í Suðurstreymoy - eitt álitisstarv, hann røkti fram til 1974. Alla sína Havnartíð var Knút Havnar Sjónleikarfelagi ein trúgvur maður; á ungum árum gav hann út søgusavnið »Smá skálkabros«, 1940. Hann doyði í 1976. Johannes Andreas Næs er føddur í Nesi í Hvalba í 1920. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í Havn og tók prógv í 1942. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Suðuroy, sat í starvi í Porkeri 1944-49, í Vági 1949-62, varð so í 1962 fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundir-vísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá 1965. Av mongu álitisstørvum hansara nevna

vit, at hann var nevndarlimur í Føroya Lærarafelag 1959-68, harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini 1963-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Keldufar«, 1949. Hann nýtti tá dulnevnið Flóvin Flekk. Í 1959 varð hann av Føroya Lands-stýri valdur í Føroya Skúlabókagrunn, for-maður frá juli 1966. Hann hevur soleiðis havt stóra ávirkan á føroyska skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »Stavkistlar«, 1964, »Orða-talvur og Orðakort«, 1966, »Martin Luther«, 1970, og saman við øðrum skúla-fólki hevur hann lagt til rættis kristni-bókarøðina og føroysku lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blað-stjóri á »Sunnudagsblaðnum« 1951-78, og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av Heimamissiónssangbókini.