Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Andrias Djurhuus"

Content deleted Content added
Linja 6:
== Lívssøga ==
 
Hans Andrias Djurhuus varð borin í heimin hin [[20. oktobur]] í árinum [[18891883]]. Hans Andrias vaks til í [[Tórshavn]], har barnaheim hansara var [[Áarstova]]. Umstøður teirra vóru truplar, og húskið virkaði undir trongum og fátæksligum korum. Faðirin var útróðrarmaður, meðan móðirin var húsmóðir. Í Áarstovu høvdu tey miklan ans fyri mentan og [[søga|søgu]], og faðirin kvað og segði børnum sínum frá gomlum søgum og sagnum.
Foreldur Hans Andriasar vóru Óla Jákup Djurhuus og Elsa Maria Djurhuus, ið fingu sera nógv børn saman. Hans Andrias var ikki fyrsta barn teirra, tí áður hevði Elsa Maria borið átta nýføðingar í heimin. Fimm teirra varð ikki lív lagað, og teir andaðust fáar mánaðir eftir barnsburðarnar. Seinni fingu Elsa Maria og Óla Jákup tvær døtur, ið doyðu stutt eftir, at tær vóru bornar í heimin. Fimm av børnum teirra komu tó undan við lívinum, og tey vóru: Armgarð, [[Janus Djurhuus|Janus]], Christian, Hans Andrias og Poul Juel.
Móðir Hans Andriasar doyði á ungum árum av [[tuberklar|tuberklasmittuni]], ið herjaði um alt landið. Elsa Maria doyði í árinum [[1897]], og eftir sat faðirin, Óla Jákup, við fimm børnum. Eftir at móðirin var deyð, tók Armgarð, ið var elsta systir Hans Andriasar, húskið á herðar sínar. Svár hevur sorgin verið teimum, og fátæksligu liviumstøður teirra hava neyvan bøtt um støðuna.