Munurin millum rættingarnar hjá "The Beatles"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 10:
 
== Byrjan ==
"[[Áðrenn Elvis]] var einki!" hevur John Lennon sagt og vísti á, at [[Elvis Presley]] var tað fyrsta, sum veruliga rein við hjá sær av tónleikí. Tað var ið hvussu er aftaná, at hann hevði hoyrt [[Heartbreak Hotel]], at hin ungi Lennon plágaði mostir sína Mimi at keypa honum ein gittara. Tá segði hon tey so mangan endurtiknu orðini: "Ein gittari kann vera fínur sum ítriv, men tú fert ongantíð at fáa eitt livibreyð burturúr honum!"
 
Hvussu var og ikki, so byrjaði [[John Lennon]] byrjaði saman við vinmonnum sínum ein tónleikabólk, sum spældi [[skiffle-tónleik]] miðskeiðis í [[1950-árini|1950'unum.]] Bólkin kallaðu teir [[The Quarrymen]] eftir skúlanum, teir gingu á.
 
[[16. juni]] [[1957]] spældi bólkurin til ein kirkjubasar í [[Liverpool]]. Henda dagin spældu teir millum annað tað tá nýggja lagið hjá [[Gene Vincent]] [[Be Bop A Lula]]. Millum áhoyrararnar var hin fjúrtan ára gamli [[Paul McCartney]], sum kendi ein av limunum í bólkinum. Aftaná framførsluna heilsa [[John Lennon]] og [[Paul McCartney]] fyri fyrstu ferð upp á hvør annan, og [[Paul McCartney|Paul]] vísti tá [[John Lennon|John]], hvussu hann skuldi stemma gittaran hjá sær og spældi eisini fyri honum lagið hjá [[Eddie Cochran]] [[Twenty Flight Rock]].
Line 17 ⟶ 18:
[[John Lennon]] segði seinni, at hann var serliga hugtikin av, at [[Paul McCartney]] dugdi allan tekstin til [[Twenty Flight Rock]]; men eisini at tað var eitt trupult val, ið hann stóð yvirfyri, tí skuldi hann gera bólkin sterkari ella gera seg sjálvan sterkari? - Hann valdi at gera bólkin sterkari.
 
[[Paul McCartney]] hevði ein vinmann, [[George Harrison]], sum var rættiliga kringur á gittara. Hóast [[John Lennon]] var eitt sindur í iva um at bjóða dreiginum við í bólkin, tað eru jú hálvtriðja ár millum teir, so fekk [[Paul McCartney|Paul]] hann sannførdan eftir at [[George Harrison|George]] hevði spælt eina lýtaleysa útgávu av gittarlagnum [[Raunchy]].
 
== Fyrsta upptøkan ==