Munurin millum rættingarnar hjá "Kingston"

Content deleted Content added
CarsracBot (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 18:
| [[Mál]]: || [[Enskt (mál)|Enskt]]
|-----
| Tíðarzona: || [[UTC]] -5
|}
 
'''Kingston''', høvuðsstaðurin[[høvuðsstaður]]in og týdningarmesti havnabýurin í [[Jamaika]], er ein av størstu býum í [[Karibiahav|Karibia]]. [[Stóra Bretland|Bretar]] grundaðu býin ([[1693]]), sum vaks skjótt og gjørdist týðandi útflutningshavn, og haðan var nógv sukur flutt til [[Evropa]]. Í [[1907]] fór býurin illa í [[Jarðskjálvti|jarðskjálvta]]. Hann varð bygdur upp aftur, og har eru nú nýmótans gistingarhús, bankar og handilshús. Í vestara parti í býnum eru ovfólkaðir fátækrabýlingar. Har er nógvur harðskapur, og javnan er politiskur ófriður ella stríð ímillum drøgghandlarar.
 
Rastafarilæran tók seg upp ímillum tey fátæku í Kingston í [[1930-árunum]]. Tey, ið taka undir við hesari læru, halda, at [[Haile Selassie]], sum var keisari í [[Etiopia]], var ein gudur. Tey trúgva eisini, at Gud (Jah) skal føra tey aftur til [[Etiopia]], hitt lovaða landið. Rastafarianar eta vanliga ikki svínakjøt, eru ímóti harðskapi og ganga við síðum flættum. Klæði teirra eru mest grøn, gul og reyð, ið eru litirnir í tjóðarmerki [[Etiopia]].